Internethandil við felgum og dekkum

Dekkmaster.fo er ein internethandil við dekkum og felgum sum Kári við Rættará í Havn stovnaði fyri einum ári síðan. Kári sigur, at nógv fólk nýta hendan møguleikan, og sølan er vaksandi

Á heimasíðuni Dekkmaster.fo ber til hjá bileigarum at bíleggja sær dekk og felgur av nógvum ymiskum sløgum og prísklassum. Fyrimunurin við Dekkmaster.fo er at kundin sær úrvalið av dekkum og felgum og prísin heimanífrá, sigur Kári, sum leggur afturat at størsti fyrimunurin fyri kundan er ivaleyst prísurin.
 
Um tað eru dekk, talan er um, velur kundin sjálvur dekkmerki, stødd og nøgd av dekkunum, hann kundi hugsað sær, og viðmerkir sjálvandi navn, bústað, telefonnummar, posttilskrift og leggur tað í keypskurvina. Peningurin skal flytast á konto í peningastovninum.
 
Dekk og felgur skulu helst bíleggjast í góðari tíð, tí vit fáa vørur heim eina ferð um vikuna. Um vørur verða bílagdar á www.dekkmaster.fo í seinasta lagi mikudag, so verða tær latnar kundanum longu mánadagin ella týsdagin vikuna eftir. Um dekkini ikki eru á goymslu hjá veitaranum, fær kundin boð um hetta beinanvegin, sigur Kári.
Vøran verður ókeypis koyrd til dyrnar í Havn og nærindis. Skal vøran sendast út á bygd, verður hetta gjørt við Strandferðsluni fyri vanliga gjaldið. Keyparin rindar sjálvur fyri hetta.
Í Havn hevur Dekkmaster.fo gjørt avtalur við bilasølurnar BF-Service (Nordcar) og Akfarssøluna (Lada) um dekkskift og balansering. Annars ger kundin sjálvur av, hvar hann fær hetta gjørt. 
 
Vit selja øll tey kendu merkini av felgum og dekkum og eisini bíligari sløg. Til veturin hava vit eina goymslu við vanligu dekkstøddunum. Hetta fyri at hava ein skjóta levering, nú veturin nærkast, sigur Kári við Rættará frá Dekkmaster.fo.