Internet umborð á Smyril um ein mánað

Gongst sum ætlað, fer Strandferðslan í næsta mánað undir eina roynd við internetsambandi umborð á Smyrli.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, nú Høgni Hoydal, tingmaður, hevur spurt hann um hetta.

Johan Dahl sigur, at nú er 3G-net sett upp í Nólsoy og í Suðuroy og tað merkir, at internet kann fáast umborð á Smyrli, uttan stórar íløgur í fylgisveinaútgerð.

Síðani hevur verið arbeitt við at seta útgerð upp á Smyrli og nú er komið so væl ávegis, at væntandi byrjar royndartíðin í næsta mánaði.

Væntandi verður 3G-net tøkt um Skopunarfjørð í vár og tá verður farið undir somu tilgongd við Teistanum.

Royndirnar frá Ternuni, Smyrli og Teistanum verða síðani grundarlag undir, hvussu farast skal fram á hinum skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur Johan Dahl.

Hinvegin skilst, at tað verður ikki talan um ókeypis internet, tí tað hevur Strandferðslan ikki peningaliga játtan til.

Fyribils metir Strandferðslan, at ókeypis internet umborð á skipunum fer at kosta eina hálva millión um árið og ókeypis internet í bussunum hjá Bygdaleiðum fer at kosta tvær milliónir um árið.

Annars er ongin tekniskur trupulleiki at bjóða ókeypis internet.

Ein av avbjóðingunum við fríum interneti er tó tann, at í øllum førum má internetbrúkarin kunna eyðmerkjast, tí verður internetið brúk til ólógligt virksemi, er tað annars næstan ógjørligt hjá televeitarunum at finna brúkaran.

Tað ber til at fáa somu skipan fyri bussarnar sum fyri skipini, men kravið er framvegis, at samband er við 3G-netið, har bussarnir koyra.

3G-net er um alt meginøkið og í 90% av landinum, men ein bussur, sum ferðast ígjøgnum tunlar og yvir fjøll og dalar missir ofta sambandið.