Í vikuskiftinum verður tað ÓKEYPIS at lesa Sosialin á Internetinum. Leiðslan hevur gjørt av at »lata Internet-Sosialin upp« í vikuskiftinum, nú nógv verður skrivað um bankakanningina.
Tann fyrsti prentaði Sosialurin aftan á bankakanningina kemur ikki á gøtuna fyrr enn mánakvøldið, men feskastu tíðindini verða løgd á Internet-Sosialin alt vikuskiftið.
Sosialurin hevur blaðfólk í Keypmannahavn og í blaðhúsunum á Argjum - og fólk eru vælkomin at koma við viðmerkingum.
Internet-Sosialurin verður »latin upp ókeypis« umleið klokkan 16:00 (fríggjadag)