Á Páskastevnuni hjá TB í ítróttarhøllini í Trongisvági hevur Sosialurin sín bás, har til ber at fáa alt at vita um Sosialin.
Við góðari hjálp frá Telefonverkinum og frá Farodane, hava vit sett upp tríggjar teldur, sum hava fast samband við internetið. Her fáa fólk høvi at lesa Internet-Sosialin, at frætta um allar teir møguleikar, sum hetta hevur, og annars at royna nakrar av teimum møguleikum, sum internetið hevur at bjóða