Internet í Bussleiðini 1. juli

Tá nýggju býbussarnir í Havn fara at koyra seinni í summar, kunnu ferðandi nýta internetið, meðan tey koyra í bussunum. Eisini ber til við fartelefonum at fylgja við, hvar bussarnir eru.

Tekniska nevnd hjá Tórshavnar kommunu hevur endaliga tikið av einum tilboð frá føroyskum veitara um GPS-útgerð, SMS-útgerð og hospots - ella tráðleysum interneti - til nýggju bussleiðina, sum fer at koyra frá 1. juli.

Tað sigur Levi Mørk, býráðslimur í Havn, sum hevur verið íðin talsmaður fyri at fáa slíka skipan í lag. Hann sigur, at tilboðið er í fimm stigum og fevnum í høvuðsheitum um SMS, GPS og hotspotsskipan.

- Útgerðin verður sett í nýggju bussleidina fra 1. juli. Hetta ber í sær, at allir teir 15 nýggju bussarnir hja Gundurs bussum fáa hesa skipan, sum verður sett í verk millum 1. juli og 1. oktober í ár, sigur hann.

Somuleiðis er ein onnur tænasta keypt frá øðrum føroyskun veitara. Henda tænasta fevnir um eina skipan við einum forriti til fartelefonir, sonevnt »City App«, har tað ber til at fylgja Bussleiðini gjøgnum i-Phone og Android fartelefonir.

Á figgjarlógini fyri 2011 er ein millión sett av til endamálið.

- Eg eri sera fegin um, at hetta málið nú er komið so langt, at tað er endaliga avgreitt, sigur Levi Mørk, sum leggur afturat, at tekniska nevnd samtykti einmælt ætlanina.