International Truck of the Year 2005

Ein dómsnevnd upp á 18 leiðandi lasbilajournalistar hevur kosið Scania R sum "International Truck of the Year 2005". Í grundgevingum sínum søgdu teir m.a. at nógv var gjørt burtur komfortinum, og bilurin var sera framkomin í allar mátar

Á stóru transportmessuni í Hannover, ið er ein av heimsins størstu innan lastbilar, páhangsvognar o.l. bleiv Scania R tann 21. september 2004 kosin "International Truck of the Year 2005"

Nýggi Scania R avloysir 4-seriuna, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1996.

Í grundgevingum sínum fyri at velja Scania R segði dómsnevndin t.d., at teir vóru ovfarnir av, hvussu nógv var gjørt burtur úr komfortinum hjá bilføraranum, og hvussu framkomin bilurin var í allar mátar.

Instrumentborðið er egonomiskt rætt, og kontaktir og handtøk sita sera væl fyri hjá bilføraranum. Eisini eru setrini framúr góð.

Motorarnir lúka eisini tey strangastu umhvørviskrøvini.

Hjá Scania umboðnum í Føroyum, Berg Motors, fegnast tey um heiðurin, Scania hevur fingið og stóra áhugan fyri bilinum.