Seinnapartin leygardagin verður tiltakið ?International Fellowship? aftur á skránni í Meinigheitshúsinum í Havn. Fyrsta tiltakið var hildið 1. september í fjør og tá vóru um 30 fólk møtt upp.
Tiltakið sum byrjar kl. 15 í Meinigheitshúsinum í Havn er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond.
Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum.
Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan.
Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn við.
?International Felleowship? verður skipað fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í Meinigheitshúsinum, sum er tann reyði samkomubygningurin við SMS. Fleiri upplýsingar fáast frá Thurid Brend á fartlf. 581520.
Hetta verður seinasta ferðin áðrenn summarfrítíðina. Tey møtast aftur fyrsta leygardag í september ? tað er: 6. september.










