Interkommunali felagsskapurin I.R.F. slóðar fyri í umhvørvisvernd Føroya

Seinasta mánadag skipaði I.R.F. fyri hátíðarløtu í sambandi við at endurnýtsluvirkið við brennistøðina í Lorvík alment varð tikið í nýtslu.

 

Nógv fólk var komið saman, umboð fyri limakommunurnar, umboð fyri ymisku feløgini sum staðið hava fyri byggingini, landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, løgmaður, sum umsitur kommunumál og onnur, sum áhuga hava fyri nýggja tiltakinum hjá I.R.F. Millum gestirnar var undirritaði eisini saman við øðrum fyrrverandi nevndarlimum hjá I.R.F.

Fyri øll tey, sum áhuga hava fyri umhvørvismálum, var hátíðarløtan í nýggju høllini sera áhugaverd ? her sá ein skjótt at talan var um at leggja nýggjar leiðir á umhvørvisøkinum ? alt angaði av nýhugsan og reinleika.

Nevndarformaðurin hjá I.R.F. Hilmar Danielsen beyð gestunum vælkomin og hevði síðan sera áhugaverdar hugleiðingar um felagið og umhvørvisspurningar fyrr og nú og hvussu vit í framtíðini áttu at virka fyri til tess at halda landið reint.

Hilmar metti at felagsskapurin hevði takið á rætta endanum og vónaði hann, at stavnhaldið sum valt varð, kann verða hildið.

Síðan hugleiddi stjórin Poul Andreas Joensen um gongdina hjá I.R.F. frá byrjan og til dagin í dag ? bæði viðvíkjandi útbyggingunum á ymisku økjunum sum felagið hevur staðið fyri ? fíggjarspurningarnar ? samanborið við alsamt vaksandi nøgdunum av burturkasti og møguligum útbyggingum í framtíðini.

Stjórin nevndi m.a. at valdið hevði staðið ímillum at byggja nýggjan brenniovn fyri 100 mill. kr. ella at royna nýggjar leiðir við byggjan av endurnýtsluskipan fyri 16 mill. kr. og við hesum at fáa ein skáa millum 5-10 ár til royndir at síggja hvussu gongdin í samfelagnum vil verða.

Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum Eyðun Elttør fekk heiðurin formiliga at seta í gongd nýggju endurnýtsluskipanina og við vælvaldum orðum hugleiddi hann um umhvørvisspurningar fyrr og nú. Í hesum sambandi kom Eyðun eisini inn á hvussu føroyingar fyrr royndu at endurnýta tað sum møguligt var, t.d. klæði og annað, og skemtiliga nevndi hann orðatakið »Koyr á vestfallið«, sum hann hevði hoyrt sagt av lorvíkingi tá talan var um lutir, sum ikki kundu endurnýtast meira.

Aftaná hátíðarhaldið í endurnýtsluhøllini var døgurðaborðhald í nýumbygda bygdahúsinum í Lorvík ? ein sera prýðiligur karmur um eitt hvørt veitsluhald ? tillukku til Lorvíkar bygd fyri hetta megnar hús.

Og tøkkin til kokkar og tænastufólkið annars skal eisini ljóða fyri sera góða matin og vinarliga umsorgan.

Við slík høvi, sum gevast við eitt slíkt døgurðaborðhald, verða mangan heilsanir bornar fram til vertin, og nýtti løgmaður eisini møguleikan.

Løgmaður byrjaði við at takka I.R.F. fyri leiklut tess í strembanini eftir einum reinum umhvørvi í Føroyum, og nevndi hann samstundis at I.R.F. við sínum tiltøkum hevði prógvað, at kommunur í størri eindum kundu loysa uppgávur betur enn landið kundi gera. Og til seinast í røðu síni segði løgmaður, sum umsitur kommunumál, at eitt skuldu vit vita, at so leingi hann var kommunumálaráðharri, so vildi hann lova I.R.F. allan møguligan stuðul.

Sum eg framman undan nevndi, so eri eg fyrrverandi nevndarlimur í I.R.F. ? frá 1993-2000 og havi eg tí kunnleika til hvussu gingist hevur hesi árini.

I.R.F. hevði eina sera trupla byrjan, og hevði hetta við sær, at felagsskapurin kom at hanga við ovurstórari lániskuld, sum fram til dagin í dag hevur verið haft um beinið, tá talan hevur verið um neyðugar útbyggingar og raksturin annars.

Við atliti til, at I.R.F. fevnir um allar kommunur í landinum ? undantikið tó Tórshavnar Kommuna ? og við hesum hevur átikið sær sera stórar skyldur ? so hevur nevndin seinastu árini við jøvnum millumbili vent sær til landsstýrið við áheitan um hjálp til loysnir av fíggjartrupulleikum felagsins.

Men higartil hevur hetta verið uttan úrslit.

Við støði í røðu løgmans, so seti eg vón mína til,a t góði viljin verður umsettur til verk, og at felagsskapinum I.R.F. verða funnar loysnir, so vælaliðið av starvsfólkum frá leiðslu, umsiting og starvsfólkum annars kunnu líta framá í vónini um eina munadygga framtíð í strembanini eftir einum reinum umhvørvi í Føroyum.