Inter vann uttan Mourinho

Portugisiski venjarin Jose Mourinho hevur fingið leikbann frá italska fótbóltssambandinum, men Inter klárar seg eisini uttan hann á beinkinum. Inter spældi um vikuskiftið ímóti Udinese, og tað endaði 3-2 sigri til Inter. Mourinho tók tað óvanliga stig at taka hjálparvenjaran hjá sær av beinkinum eisini – tað skuldi verða eitt slag av mótmælti frá hansara síðu ímóti sínum leikbanni.