Inter selur ikki

Sambært italskum miðlum hevur Barcelona boðið Inter 186 milliónir krónur umframt Samuel Eto’o, um Inter afturfyri letur teimum svenska Zlatan Ibrahimovic. Men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg mikið hjá Inter, sum sigst vilja hava á leið hálva milliard fyri spælaran. Sambært miðlunum kappast Barcelona, Chelsea, Manchester United og Real Madrid um at keypa spælaran.