Inter var í kvøld á vitjan hjá Catania, ið liggur nummar 15. í Seriu A. Inter hevði áðrenn dystin spælt fýra av teimum seinastu fimm javnt. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Inter á odda við máli frá Diego Milito. Tað sá eina løtu út til, at Inter fór at fáa øll trý stigini heim við, men eitt korter fyri tíð vendi dysturin. Fyrst javnaði fyrrverandi Barcelona spælarin, Maxi Lopez, áðrenn innskifti Inter spælarin, Sully Muntari, gjørdi brotsspark og fekk reytt kort. Brotssparkið skoraði Giuseppe Mascara uppá. Ì seinasta minuttinum av vanligari leiktíð, staðfesti Jorge Andres Martinez sigurin, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 3-1 til Catania.
AC Milan tekur sunnudagin ímóti Chievo Verona, meðan AS Roma er á vitjan hjá Livorno. Vinna Milan og Roma sínar dystir, so eru tey ávíkavist eitt og fýra stig aftanfyri Inter í oddinum.









