Fyri aðru ferð hesa vikuna spældi Inter javnt í Seria A. Mikukvøldið spældu teir 1-1 á útivølli móti Parma. Og í gjár eydnaðist tað heldur ikki at vinna, hesa ferð á útivølli móti Napoli. Støðan gjørdist 0-0. Jose Mourinho segði annars við miðlarnir áðrenn dystin, at teir spæla meiri álopskendan fótbólt síðani hann er komin til. Í dag gav tað ongi mál. Mourinho og Inter skulu møta Chelsea í Champions League um hálva aðru viku. Roma og Milan royna at hanga í Inter, sum er sjey stig frammanfyri Roma á øðrum plássið. Roma vann 4-1 á Palermo, meðan Milan fríggjakvøldið vann 3-2 á Udinese. Napoli og Sampdoria deila fjórða plássið, meðan Juventus við einum 3-2 sigri í dag, bara er eitt stig aftanfyri tey á sætta plássið.
Tíðindi