Inter: Cesar - Zanetti, Lucio, Samuel, Maicon - Motta, Cambiasso, Sneijder, Stankovic - Milito og Eto´o
Chelsea: Cec, Malouda, Terry, Carvalho, Ivanovic - Mikel, Lampard, Ballack - Kalou, Drogba og Anelka
Í kvøld skal Jose Mourinho fyri fyrstu ferð møta Chelsea, síðani hann gavst sum venjari har í septembur 2007. Mourinho hevur undan dystinum í kvøld sagt, at tað er eingin fyrimunur fyri hann, at hann kennir Chelsea so væl. Millum annað hevur hann sagt, at Chelsea er tað sama, sum tá hann var venjari har. Flestu spælararnir eru teir somu, teir spæla við somu uppstilling og sjálvt upphitingin er tað sama, segði hann fyri nøkrum vikum síðani.
Á einum tíðindafundi fyrr í vikuni segði hann, at tað kann væl hugsast at uppgerðin má avgerast við umdysti eftir teir 180 minuttirnar. Mourinho meinar heldur ikki, at Carlo Ancelotti hevur nakran fyrimun av, at hann kennir Inter og Seria A so væl. Ancelotti var venjari hjá AC Milan í fleiri ár, til hann í summar tók av starvinum hjá Chelsea.
Málmaðurin hjá Inter, Julio Cesar, var í vikuni í einum bil óhappi. Hann fekk onkrar smærri snuddir, men verður vantandi tøkur. Um hann ikki verður tað, so verður tað Francesco Toldo, ið tekur yvir millum stengurnar. Carlo Ancelotti hevur trupuleikar í verjuni. Ashley Cole og Yury Yhirkov eru báðir skaddir, so hann noyðist at finna eina fyribilsloysn á vinstra bakkinum.
Dysturin millum CSKA Moscow og Sevilla byrja kl 17.30, meðan Inter og Chelsea byrjar kl 19.45 í kvøld.










