Kenda italska fótbóltsfelagið, Football Club Internazionale Milano, eisini nevnt ”Internazionale” og tað meiri vanliga her, ”Inter Milan”, ætlar nú at broyta navn og búmerki.
Italska blaðið, La Gazzetta dello Sport, skrivar at felagið í framtíðini fer at eita ”Inter Milano”. Eisini fær felagið nýtt búmerki, har bókstavirnir I og M eru á. Sagt verður, at hetta er fyri at gera navn og búmerki meiri ruddiligt og minimalistiskt.
Samstundis skal hetta verða grundin undir einari nýggjari byrjan í felagnum. Felagið leitar eftir nýggjum keyparum og íleggjarum. Felagið hevur seinnu árini runnið aftaná Juventus, men í ár er ein møguleiki at vinna italska meistaraheitið.