Stóru jólaborðhaldini, har fleiri savnast um felags hald, gerast alt vanligari.
Í nøkur ár hevur verið skipað fyri stórum felags jólaborðhaldi á Eiðinum í Vági, har eittnú fyritøkur bjóða sínum starvsfólkum til borðhald.
Árliga jólaborðhaldið á Eiðinum verður í kvøld. Rasmus og Magnus Magnussen undirhalda.
Aftaná verður almennur dansur, og tað verður sera blandað manning, ið fer á pallin. Hjalmar Magnussen hevur leitað sær bólk , og hevur verið víða við kikaranum. Úr klaksvík kemur Magni Husgaard at leika tangentar, og av Argjum kemur Rúni Højgaard, kendur sum Rulio, at leika trummur. Og úr Vági koma teir báðir Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen á guitar, sang og bass. Ein inter-kommunal manning, ið her savnast um tónleikin.