Inter knústi Milan

Talan gjørdist um eyðmýkjandi stórsigur, tá grannauppgerð var í Milano leygardagin. Inter vann ikki minni enn 4-0 á AC Milan, sum seinnu árini hevur havt trupult við at fylgja við ferðini hjá sambúgvunum á San Siro. Thiago Motta, Maicon, Diego Milito og Dejan Stankovic skoraðu hvør sítt mál fyri Inter, og tað betraði ikki um støðuna hjá Milan, at Gattuso varð rikin av vølli fyri sítt seinna gula kort, beint áðrenn hann skuldi skiftast út við Seedorf, sum stóð til reiðar á síðulinjuni.