Toppliðið Inter vann um vikuskiftið enn ein dyst í Seriu A, og liðið hjá Jose Mourinho dregur frá hinum liðunum í toppinum. Inter spældi ímóti Napoli, sum er nummar 4, og Inter vann 2-1. Eisini okkurt av hinum liðunum í toppinum taptu, og tí er leiðslan hjá Inter framvegis greið í bestu italsku fótbóltsdeildini.