Inter ikki til at steðga

Inter vann aftur í italsku Seriu A um vikuskiftið. Mótstøðuliðið hesaferð var botnliðið Parma, og Inter vann dystin 2-0. Maxwell og Crespo syrgdu fyri málunum. Inter hevur havt eitt framúr gott kappingarár og liggur langt á odda í italsku kappingini. Eftir dystirnar um vikuskiftið er Inter 20 stig frammanfyri Roma á øðrum plássi, og tí er tað rættiliga farið at lukta av gulli í felagnum úr Milano.