Inter hevði ongan italienara á liðnum

Italska felagið Inter Milan hevði ongan italienara í byrjunaruppstillingini í dystinum ímóti Artmedia Bratislava

Inter vann annars 4-0 við trimum málum frá Adriano, ið er úr Brasilia. Hitt málið skoraði Luis Figo, ið var einasti evropearin á liðnum hjá Inter.
Inter tryggjaði sær við hesum sigrinum eitt pláss í finalununum eftir ársskiftið.
Í hinum dystinum leiktu FC Port og Rangers javnt 1-1, og tað hevur við sær, at Rangers framvegis heldur fast um annaðplássið undan seinasta dystinum í bólkinum.