Inter fingið harða revsing

Gøla: Italska felagið fær revsing fyri rasistisk róp frá áskoðarunum í stórdysti í gjár.

Italska felagið, Inter Milan, hevur fingið revsing eftir at áskoðarar hjá Milano-felagnum í toppdystinum ímóti Napoli í gjár róptu rasistisk orð eftir Napoli-verjuleikaranum, Kalidou Koulibaly.


Vallarspeakarin bað umvegis hátalararnar tríggjar ferðir um, at hesi rópini skuldu steðga, og Napoli-venjarin, Carlo Ancelotti, royndi sambært italskum miðlum eisini at fáa dómaran at blása dystin av.


Rópini hildu eftir øllum at døma fram í hesum dystinum, sum endaði við 1-0-sigri til Inter, og nú hevur italska fótbóltssambandið givið Inter Milan revsing fyri atburðin hjá áskoðarunum á San Siro.


Revsingin er, at Inter Milan skal spæla tveir dystir uttan áskoðarar, og at teir í einum triðja dysti ikki fáa áskoðarar inn á tann partin av leikvøllin, har teir mælskastu 'Curva'-áskoðararnar vanliga halda til.


27 ára gamli Kalidou Koulibaly hevur áður verið fyri rasistiskum rópum, og í gjár vóru tað eftir øllum at døma apuljóð, ið hann mátti leggja oyra til. Hann fekk sjálvur reytt kort 10 minuttir fyri leiklok.


- Eg eri harmur um tapið og at hava svikið mínar brøður, men eg eri errin av mínum húðarliti. At vera franskur, senegalesiskur, napolitanskur. At vera maður, skrivaði Koulibaly á twitter eftir dystin.


Inter-liðskiparin, Mauro Icardi, vísir í dag sín stuðul til Kalidou Koulibaly við at leggja eina mynd á instagram saman við honum (sí omanfyri), har hann sigur seg taka fjarstøðu frá rasistiskum atburði.


- Eg eri vónbrotin av tí, sum hendi á San Siro í gjár. Lat okkum steðga rasismu og mismuni, skrivar Mauro Icardi.