Meistaraliðið í Italia seinnu árini, Inter, fekk eina heldur keðiliga byrjan í Seriu A um vikuskiftið. Inter var á heimavølli ímóti uppflytarunum Bari, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Nýggi álopsspælarin hjá Inter, Samuel Eto’o, skoraði við brotssparki, men Vitali Kutuzov javnaði fyri Bari í seinna hálvleiki. Grannarnir hjá Inter, AC Milan, tosa hart um at vinna italska meistaraheitið í ár, og teir byrjaðu kappingina við sigri.










