Inter eru meistarar

Marco Materazzi kom veruliga í fokus, tá hann seinasta summar varð stútaður um koll av Zinedine Zidane. Sunnudagin var verjuspælarin aftur í fokus, men hesa ferð eitt meira positivt av slagnum. Materazzi skoraði nevnliga bæði málini, tá Inter á útivølli vann 2-1 á Siena. Og tá Roma samstundis tapti móti Atalanta, førdi sigurin italska meistaraheitið til Inter. Og á pappírinum er hetta annað árið á rað, at Inter er italskur meistari. Grundað á stóru dómaragøluna í fjør varð gullið hjá Juventus nevnliga tilskrivað Inter.