Um vikuskiftið hevur Inter úr Milano tryggjað sær italska meistaraheitið í fótbólti. Nærmastu kappingarneytarnir hjá inter, grannarnir úr AC Milan, taptu um vikuskiftið, og so er tað greitt, at Inter er meistari í ár. Venjari hjá Inter er umstríddi Jose Mourinho. Meistaraheitið í ár er nummar 17 í røðini hjá Inter.









