Í gjár vann Inter Milan seg í Champions League finaluna. Inter vann samanlagt 3-0 móti grannunum úr AC Milan. Dysturin í gjár endaði við 1-0 sigri til teir bláu og svørtu.
Inter – AC Milan 1-0 (Inter vinnur samanlagt 3-0)
Inter Milan hevur ikki verið aftanfyri í endaspælinum í Champions League. Soleiðis var eisini í gjár. Hóast AC Milan hevði knívin á barkan, so megnaðu teir ongantíð at knekka sterku verjuna hjá Inter.
Inter Milan hevur ikki vunnið Champions League finaluna síðani 2010, og hetta er fyrsta finalu plássið hjá teimum síðani sigurin í Madrid á sinni. AC Milan hevði Rafael Leão við aftur, men heldur ikki hann fekk gjørt nakað.
Tað endaði við at Lautaro Martínez sløkti við máli til 1-0. Tá var Inter á odda við trimum. Dómarin valdi at hava kortini í lummanum, sjálvt um tað vóru nakrar illstøður. Tey komu ikki fyrr enn móti endanum.
Inter skal møta vinnaranum av Manchester City og Real Madrid. Tey spæla seinnu hálvfinaluna í kvøld. Finalan verður í turkiska býnum Istanbul.