Inter er heimsmeistari

Samuel Eto?o legði upp til fyrsta málið, sum Goran Pandev skoraði, áðrenn hann sjálvur setti nummar tvey í netið. Joseph Biabiany økti til endaliga úrslitið 3-0 seint í dystinum.

 

Kongolesiska liðið hevði heilt óvæntað vunnið á brasilianska Internacional, og var harvið komið í finaluna, men megnaði als ikki at hótta Inter.

 

Tvey mál tíðliga í dystinum tóku allan spenningin, og bert tvær góðar bjargingar av Muteba Kidiaba bjargaðu Mazembe frá einum avsmurningi.