Seinastu tíðina hava ymsar leysasøgur gingið runt um, at Inter vil hava miðvallarstjørnuna, Yaya Toure, til felagið. Ítróttarstjórin hjá Inter, Marco Fassone, váttar eisini, at Inter er áhugað. Tó eru fíggjarlig viðurskifti, ið gera, at sannlíkindini fyri at síggja yngra Toure-beiggjan í blásvørtum eru lítil.
- Hvør vil ikki hava ein slíkan leikara? Toure hevði givið miðvølli okkara nakað, sum vit ikki hava í løtuni. Men hansara løn og prísurin, ið ManchesterCity setur á hann, gera, at tað verður sera torført at fáa mannin til felagið, sigur Marco Fassone við italienska blaðið, Tuttosport.
Fyrrverandi Manchester City-venjarin, Roberto Mancini, er venjari hjá Inter. Hann hevur eisini fleiri ferðir lagt upp til, at Yaya Toure skal gerast Inter-leikari.