Inter dregur frá hinum

Inter spældi í gjár dyst í italsku Seriu A. Dysturin var ímóti Empoli, og Inter vann 3-0. Málskjúttar vóru Hernan Crespo, Zlatan Ibrahimovic og Walter Samuel. Við sigrinum dregur Inter frá hinum liðunum í deildini, og Inter er nú sjey stig frammanfyri næstbesta liðið, sum er Roma. AC Milan hevur trupulleikar, og um vikuskiftið spældu teir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Torino. 11 minuttir fyri tíð brendi Milan brotsspark.