Intensiv blóðroynd

UMMÆLI. Úr reyðum myrkri starir eygað høvundans illboðandi uppá nøtrandi lesaran. Uppsetingin er hugtakandi og gevur permuni ein dám av nútíð, av pulsi og av intensari nærveru

Kinna Poulsen

Tóroddur Poulsen »Blóðroyndir«

Perma: Ova

Mentunargrunnur Studentafelagsins 2000

 

Bókin kom bóltandi inn um hurðina í áðni og small so hart í gólvið, at eg vaknaði. Skelkin fekk eg aftaná morgunmatin, tá brævbjálvin varð upplatin og bókaperman opinberaði seg. Ógvuslig orð kanska, men neyðug í hesum føri fyri at lýsa tað bestu permuna á nakrari føroyskari bók í ár. Úr reyðum myrkri starir eygað høvundans illboðandi uppá nøtrandi lesaran. Uppsetingin er hugtakandi og gevur permuni ein dám av nútíð, av pulsi og av intensari nærveru. Og so er tað ikki minni fantastiskt endiliga at uppliva eina bók, har perman hevur nakað við innihaldið at gera, at hon beinleiðis er tengd at innihaldinum og ikki bara er ein ella onnur hálvabstrakt mynd sum hongur í leysari luft, tí hon er klamsað á eina permu til pynt. Soleiðis er tað ikki við permunum hjá Tóroddi Poulsen. Onkur teirra hevur verið heilt væleydnað, t.d. perman á hansara Speispei spei frá í fjør. Henni stóð Ova fyri og tað er aftur nú Ova, sum eigur heiðurin av hesari. Flott!

Blóðroyndir eitur savnið; eitt saftigt og fruktagott heitið eisini av tí, at tað gevur hugasamband til fleiri orð. Fyrst til tann týdning, sum verður brúktur dagliga úti á sjúkhúsinum, ein blóðroynd, sum kann nýtast til at staðfesta hvat sjúklinginum bagir. Orðið ritroyndir kemur til hugs; essay skrivað við egnum blóði. Patetiskt ? Hví ikki! Sambandið millum blóð og blekk kemur til sjóndar í einum broti av vøkru yrkingini hjá Bergliot Heinesen, Scherzo, sum er sett sum inngangsvers til Blóðroyndir. Í fyrstu yrkingini vera vit boðin vælkomin at leggja okkum á grasi og siga summardáunum eina góða. Hetta er gott og heimligt støði á ferðini inn í savnið, sum telur 84 yrkingar, harav eini 23 haiku (t.e. japanskur yrkingarháttur uttan rím, har hvør yrking hevur 17 stavilsir sum eru fordeild við ávikavíst fimm, sjey og fimm stavilsum) og 5 tanka (tá tvær reglur við sjey stavilsum í hvørjari verða lagdar aftrat einum haiku, kallast tað tanka). Men tað snýr seg um annað enn matematikk; eitt haiku skal úttrykkja eitt hugskot ella eina kenslu við so fáum orðum sum møguligt eins og t.d. hendan:


Myrkrið dandar á

eygnalokunum: barnið

hvørvur í ljósið.


Yrkingarsavnið Blóðroyndir inniheldur fleiri tílíkar perlur, t.d. Tann hugsaða áin og Bleikt minni, sum gav mær gásahold, ið enn ikki hevur lagt seg heilt. Yrkjarin er umhugsin; jólini nærkast og tí er eitt uppskot til jóladøgverðan komið við:


Fyll dunnuna við

bókmentasøgunnar før-

oysku beinagrind.


Gjøgnumgangandi tónin er eitt sindur melankolskur - Nick Caveskur ? men hvørki spei ella sjálvspei hava mist bitið. Hendan er eitt fitt dømi uppá mótsøgnina millum tað stóra og tað smáa; millum hátíð og tvætl (skvatl) millum filosofi og gerandisdag, sum spælir sær í yrkingunum.


Beint tá

hann skuldi seta seg

niður at skriva

um tann stóra týdningin

tað hevur fyri

heimspekina

at sita í dagar

ja vikur

og gløa út í tóman heim

bað hon hann fara oman

at keypa mjólk og breyð

og taka ruskposan við.


Hendan er jú løtt at skilja. Aðrar av yrkingunum skulu nokk koma út fyri onkrum, sum blakar tær frá sær og kallar tær óskilligt skrambul. Mann skal ikki vera bangin fyri at viðganga, at mann ikki skilir eina yrking. Tað er í lagi við henni... Tað besta er í grundini, tá mann ikki skilir alt beinanvegin. Tú lesur nøkur orð, sum ikki tykjast hanga logiskt saman. Orð, sum heldur goyma enn at avdúka, men tað er sjálv ferðin yvir í móti fatanini, sum jú er tann stóra upplivingin. So í staðin fyri at vísa tað frá sær, kann mann steðga á og kanska bara smakka uppá eitt orð. Kunsturin er at fáa somu kensluna fram, sum tú hevði, tá tú vart lítil og trýsti hendurnar at eygunum fyri at síggja stjørnur innan fyri eygnalokini. Ella tá tú snaraði runt og runt fyri at gerast í ørviti.

Mær væntar eitt lýsingarorð, sum stutt og greitt kann lýsa mína gleði yvir hesa bókina, men eg finni einki føroykst. Hugdi í orðabókina undir ?formidabel? og har stóð ?ófør? (huff), men tað skal ikki forða mær í at viðmæla Blóðroyndir! Hetta er næsta bókin hjá Tóroddi í ár. Ætlar hann at halda dampinum komandi árini - tí hevur Statens Kunstfond givið honum møguleika fyri ? so hava vit nógv spennandi upplivilsi í væntu.