Intelligent machoskaldsøga

Levi Henriksen, Snø vil falle over snø som har falt,
Gyldendal, 2005

-------------------------
Dan Kaspersen er júst leyslatin úr fongsli og kemur nú aftur til heimbygdina Skogli, sum ein merktur maður. Tað er vetur, bítandi kalt og lítli bóndagarðurin, har hann vaks upp, kennist oyðin og einsligur. Beiggi Dan hevur júst tikið lívið av sær, og familjan væntar, at Dan nú tekur sær av garðinum. Ikki júst ein ynskibyrjan, hjá eini friðleysari sál sum Dan, sum nú, hann nærkast teimum 40, heldur tíðina verða koma at fáa skil á sínum lívi.
Sjálvur hevur høvundurin Levi Henriksen samanborið skaldsøguna við ein country sang, og samanberingin hóskar kanska betri, enn hann ætlaði. Søgan er kensluborin á markinum til at vera banal í mátanum, hon hugleiðir um, hvussu torført tað er at vera menniskja. Kortini verður røddin í henni hangandi í oyrunum eins og ein country sangur, langt aftaná at hann er liðugur. Skeivu og forfjóðnaðu lagnurnar í Skogli eru hugtakandi á sín egna hátt, meðan lýsingin av kúgandi pinsaumhvørvinum, Dan er vaksin upp í, í løtum verður næstan lokkandi.
Onkur ummælari hevur kallað bókina eitt modernað verk um brotsverk og revsing, meðan onnur halda hana imponera mest við at vera nakað so óvanligt sum eina intelligenta machoskaldsøgu