Heri Mohr
????????????
til frøðingar og serfrøðingar í roknskapargerð og -viðgerð á lágum og høgum stigi við spesiali í almennum fíggjarlógum, og annars til øll við vanligum viti og skili.
Við støði í fylgjandi pástandum, sum fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum, Karstin Hansen, og verandi formaður í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, hava postulerað bæði úti og heima, nevniliga:
at yvirskot landskassans í nøkur ár hevur verið ógvuliga høgt, og at minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum verður brúktur í samfelagnum, og
at landskassin síðani 1993 hevur bara brúkt 10% av blokkinum úr ríkiskassanum, ljóðar intelligensroyndin soleiðis:
1.Í bóklinginum: "Frá heimastýri til fullveldi", sum í 2000 varð borin í hvørt heim í Føroyum, er tilskilað: "Yvirskotið hjá tí almenna hevur nú í nøkur ár verið ógvuliga stórt. Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd"(!!). Karstin Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum legði navn til 5 fíggjarlógir (1999-2003), kundi hóskandi upplýst Føroya fólki, hvar tær 2.8 milliardirnar av teimum 4,1 milliardunum, sum komu í landskassan við blokkstuðuli í árunum 1999 -2003, eru samanspardar og goymdar ?
At landskassans likviditetur (innistandandi í Landsbankanum) hesi ár øktist, skyldast tí, ið veruliga kom inn í skatti og avgjøldum (og als ikki blokkinum), og at landskassans útreiðslur gjørdust minni enn tað, ið Løgtingið hevði játtað. Men um vit ímynda okkum, at eingin blokkur úr ríkiskassanum var, ella at hann var skorin niður til "minni enn ein triðing", so fóru bæði landskassin og Landsbankin av knóranum, áðrenn 2003 var farið í søguna (samanberið blokkin og nettoavlop/ hall í uppsetingini niðanfyri).
2.Formaðurin í Búskaparráðnum hevur á floksfundi sagt (Sosialurin 8/4-03), at av teimum 9,4 ma., sum landskassin fekk við blokkstuðuli í árunum 1993 til 2003, eru bara 10% brúkt av landskassanum. Og í fjølmiðlunum lesa vit, at formaðurin hevur sagt Fólkatinginum, at tær óbrúktu 8,5 milliardirnar verða misbrúktar av føroyingum. Hvar og hvussu ?
Fyri at svara upp á spurningarnar so skilagott og sannførandi sum gjørligt er neyðugt at nýta niðanfyri uppsettu tøl úr løgtingsins fíggjarlógum 1999 - 2003, og at venda sær til ávísar persónar, eitt nú teir oman fyri nevndu, og annars fólk við innliti í tølum, roknskapum, búskapi, grannskoðan, lógum, havfrøði, málfrøði, fólkalívsfrøði og øðrum vísdómum við ella uttan glamourøsum professaratittlum. Men vit eiga ikki at gloyma, at fólk, ið tykjast ikki virða vanligt vit og skil, eru hættislig og ikki skikkað at spyrja til ráðs, og júst hesin meinbogin fer at gera kanningar- og leitingararbeiðið við at finna tær mongu (horvnu?) milliardirnar sera trupult.
Rekapitulatión (samandráttur) av løgtingsins fíggjarlógum:
(mió kr.)19992000200120022003
Skattur, avgjøld2.0932.3302.7882.9803.118
Blokkur944973993629630
Nationalbanken )2525172121
Inntøkur tils.3.0623.3283.7983.6303.769
Rakstrarútreiðsl.2.5672.6702.9363.1943.158
Íløgur162183217256283
Avdr. uppá skuld392128134141148
Rentuútreiðslur19717011311087
Útgjald. tils.3.3183.1513.4003.7013.676
Nettoavlop17739893
Hall25671
Omanfyri standandi uppstilling av løgtingsins fíggjarlógum er ikki í samsvar við tað, sum er nevnt á síðu 26 í nevnda bóklingi, sum fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum má hava góðkent, áðrenn tað varð kunngjørt hvørjum mansbarni. Heldur ikki tað, sum formaðurin í Búskaparráðnum sigur, hevur hald í veruleikanum, og hetta krevur eina eftirfarandi frágreiðing frá avvarðandi persónum.
Hann, hon ella tey, sum við góðum hegni og handalagi kunnu finna og siga við vissu, hvar tær mongu óbrúktu milliardirnar eru goymdar, og hvussu tær verða "misbrúktar av føroyingum", eigur/eiga at fáa eina heiðursløn svarandi til tey 10 prosentini - umleið 900 milliónir -, sum formaðurin í Búskaparráðnum sigur, eru farnar ímillum skins og hold , "brúktar av landskassanum", í Tinganesi og á Argjum.
) Síðan 1997 er landskassans partur av avlopi frá tí danska nationalbankanum at finna undir rentuinntøkum (!) í Løgtingsins fíggjarlógum.