Integratiónsnevndin havt fyrsta fund

Nýggjasta nevndin í Klaksvíkar kommunu er integratiónsnevndin.

Nýggjasta nevndin í Klaksvíkar kommunu er integratiónsnevndin, sum hevði fyrsta fund í vikuni. Nevndin er eitt beinleiðis úrslit av integratiónspolitikkinum, sum Klaksvíkar býráð samtykti í vár.

 

Integratiónspolitikkurin, sum Klaksvíkar býráð samtykti í vár hevur kastað eina integratiónsnevnd av sær. Nevndin er formliga talurørið hjá øllum tilflytarum í Klaksvíkar kommunu, og er ein møguleiki hjá teimum at samskifta við kommununa.

 


Sáa virðing og álit í einum tvørmentanarligum býi 
Visjónin í integratiónspolitikkinum er, at: “Klaksvíkar kommuna ynskir at síggja, tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið við at sáa virðing, álit, samkenslu og samhuga millum borgarar í einum tvørmentanarligum býi.”

 


Integratiónsnevndin er eitt átak, sum virkar fyri hesum endamáli. Uppgávan hjá nevndini er at leggja fram dagføringar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum við umboð fyri kommununa. 

 


Jógvan Skorheim, borgarstjóri er formaður í Integratiónsnevndini, og Gunvá við Keldu umboðar somuleiðis býráðið í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru tilflytarar, sum hava búð leingi í Føroyum og í Klaksvík. Tí hava tey drúgvar royndir og vitan innan ymisk øki, sum kunnu koma tilflytarum í kommununi til góðar, skrivar Klaksvíkar Kommuna á síni heimasíðu.