Integratión í Føroyum

Seinastu árini er talið av innflytarum til Føroyar vaksið, har nógv festa røtur og byrja familjur við føroyingum. Sæð í einum altjóða høpi er einki løgið í tí. Fólk ferðast og flyta alla tíðina.

Vit hoyra ofta í  tíðindunum hvussu Danmark og innflytarar hartil hava avbjóðingar og trupulleikar, sum stór spjaldur sum rasisma, kriminalitetur, islam og so framvegis onkursvegna verða sett á. Her uppi, langt úti í norðuratlantarhavinum, hvíla flestøll fólk trygt, treistað at Føroyar eru fjart frá at uppliva nakað tílíkt í sínum bakgarði.

 

Men eru tær tó tað?

 

Seinastu árini er talið av innflytarum til Føroyar vaksið, har nógv festa røtur og byrja familjur við føroyingum. Sæð í einum altjóða høpi er einki løgið í tí. Fólk ferðast og flyta alla tíðina. Men Føroyar eru eitt lítið samfelag og bæði fólkavøkstur og -minking kunnu hava stóra ávirkan á landið á fleiri økjum. Týdningarmesta avbjóðingin er hvussu lítið uppmerksemi og hjálp innflytarar av fyrsta ættarliði fáa, alt sum teir stríðast við at gerast integreraðir limir í samfelagnum. Hetta kann síðani ávirka børnini av næsta ættarliði, sum fara at uppliva hvussu bæði teirra foreldur og tey sjálv stríðast við mentanarmunir.

 

Ynskja vit at hjálpa tilflytarum at gerast ein integreraður partur av føroyska samfelagnum, eiga vit ikki einans at virka kommunalt og landspolitiskt. Einstaklingur mugu viðurkenna, at sosial og mentanarlig integratión snýr seg um persónlig sambond, sum ganga báðar vegir, og at tørvur er á hjálp til nógv meira enn bara tað, at læra málið.

 

Sum koreanskur tilflytari sjálvur kenni eg hesar avbjóðingar væl. Men týdningarmiklari fyri meg er eitt ára gamla dóttir mín, sum í framtíðini fer at noyðast at finna ein millumveg í hennara skúla, saman við hennara vinum, og enntá familju. Hon verður noydd at læra hvat tað er at hátíðarhalda sín føroyska samleika, samstundis sum hon er varug við at hennara fatan og áskoðan ikki einans eru myndað av føroyskum virðum, men eini blanding av báðum.

 

Við hesum er ikki sagt, at føroyingar eru rasistiskir ella ógestablíðir mótvegis fólki rundan um teir. Mítt upplivilsi hevur bara verið jaligt og eg kenni meg góðtiknan av samfelagnum. Og smærri royndir eru gjørdar, so sum málskeið í føroyskum í kvøldskúlanum og á fróðskaparsetrinum serliga ætlað útlendingum.

 

Men skapa vit pláss fyri tí fjølbroytni, sum tilflytarar umboða í almenna orðaskiftinum? Og sleppa tilflytararøddir framat í føroyska samfelagnum? Virðismeta vit fleirmentaðu flokshølini runt í landinum? Leggja vit yvirhøvur merki til tey? Tí við ikki at kennast við tilflytarar gerast teir (og meg) ósjónligar íbúgvar í hesum landi. Vit gerast til lítið meir enn skuggar, hvørs samleiki og lívsgóðska í grundini verða niðurgjørd.

 

Tað er tørvur á einum almennum undirstøðukervi, har tilflytarar fáa hjálp tá ið teir flyta hendanvegin á fyrsta sinni. Av serliga stórum týdningi er, at upplýsingar, sum fremja integratión eru lættliga til taks á tí máli, sum tilflytararnir sjálvir tosa. Hetta, so tilflytarar sleppa undan misskiljingum og skeivum upplýsingum, og eru púra greiðir um hvørji teirra rættindi eru. Stovnar mugu gera øllum greitt hvørjar ítøkiligar ábyrgdir teir hava viðvíkjandi tilflyting, so fleiri stovnar ikki standa við somu ábyrgd ella tilskila hvørjum øðrum tað, sum av røttum átti at verið teirra ábyrgd. Og til seinast eiga føroysku myndugleikarnir saman við staðbundnu kommununum at koma saman og gera ein integratiónspolitikk, sum tey saman kunnu føra út í lívið.

 

Vit kunnu ikki longur útseta ella lata sum einki. Tørvurin á betri integratión í Føroyum er stórur og hann er beint her, beint nú.