Instagram veksur mest

Facebook, Twitter, Linkedin, Pinterest og Instagram - sosialu miðlarnir taka meira og meira av okkara tíð á netinum. Instagram er sosiali miðilin, ið vekstur skjótast í løtuni.

Summi eru við allastaðni, meðan onnur velja rosinurnar úr køkuni og nýta tað, teimum dámar best.

Og líkt er til, at nógvum fólki dámar Instagram.

Tað tók Twitter fimm ár at fáa 100 miliónir brúkarir, tað tók Facebook eitt sindur meira enn fýra at náa sama mál, men Instagram, sum byrjaði í desembur 2010, er væl ávegis at náa málið upp á góð tvey ár.

Í juli var kunngjørt, at talið á brúkarum var uppi á 80 milliónum - og hesi høvdu tá deilt fýra miljardir myndir.

Fyri tey, sum ikki vita hvat Instagram er, so kann sigast, at tað ein applikatón í telefonini, har ein tekur eina mynd, leggur eitt filtur á myndina og deilur hana - antin bara á Instagram ella eisini til Facebook og Twitter.

Nógv samanbera Instagram við Twitter á tann hátt, at Twitter bara er tekstur, meðan Instagram bara eru myndir.

Um hinir sosialu miðlarnir eru gjørdir til telduna, so er Instagram heldur gjørt til fartelefonina.