”Insito” - nýggjur handil á Toftum

Fríggjadagin læt nýggjur handil upp á Toftum. Handilin, sum hevur fingið navnið Insito Fashion, er í bygninginum, har gamli Oyrahandilin var á sinni

Handil

 

“Insito” er italienskt og merkir ”á staðnum”, og við Insito Fashion í Oyrunum hava fólk í Nes kommunu nú ein klædnahandil á staðnum.

Tað er Ann-Britt Johannesen, sum eigur handilin og saman við dóttrini, Sigrun, verða tað í fyrsta lagi tær báðar, sum koma at vera í handlinum.

 

Kvinnuhandil

Insito Fashion selir allar støddir av klæðum til konufólk, og harafturat fáast eisini skógvar, smykkur, taskur og turriklæði.

Nýggi handilin á Toftum, sum bæði fríggjadagin og leygardagin hevði nógv vitjandi, fer at hava opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 13.00-17.30 og leygardag frá klokkan 10.00-14.00.