Insidara-handil í Sveis

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Swiss-com, Marcus Rauh, er nú ækærdur fyri insidarahandil við partabrøvum hjá fyritøkuni. Tveir dagar áðrenn stjórnin almannakunngjørdi einskiljingarætlanir sínar, keypti Rauh partabrøv í fyritøkuni, og ikki óvæntað hækkaði kursurin nógv, tá einskiljingarætlanirnar vórðu almannakunngjørdar. Sjálvur váttar Rauh, at hann keypti partabrøvini, men hann leggur dent á, at hann einki visti um einskiljingarætlanirnar.