Tað ber nú til at síggja, hvat goymir seg aftan fyri klæðini hjá Marilyn Monroe. Ein røntgenmynd av innvølum hennara er til sølu, skrivar Ritzau.
Tað er ein mynd av beinagrindini og innvølunum hjá Marilyn Monroe, ein kann keypa á Juliens auktiónshús í Hollywood í summar.
-Tað burdi verið stórur eftirspurningur eftir at fáa innlit í kendu kvinnuna, sigur stjórin á Juliens Auktiónshús.
Myndin er frá 1954, tá Marilyn varð innløgd orsakað av pínu í búkinum. Tá var hon enn gift við baseballstjørnuni, Joe DiMaggio.
Tað var ein ungur lækni, ið tók myndina, og í nógv ár vístu hann lesandi myndina. Seinni arvaði dóttir hansara myndina. Hon hevur nú sett hana til sølu. Myndin verður allarhelst seld fyri einar 6500 krónur.










