BankNordik kunngjørdi í morgun roknskapin fyri triðja ársfjórðing. Sambært honum er rakstrarúrslitið fyri triðja ársfjórðing 60 milliónir krónur, sum er 14 milliónir krónur minni enn fyri 2. ársfjórðing.
Bankin vírisr á, at rentuinntøkurnar minkaðu við 6 milliónum krónum og inntøkurnar frá tænastugjøldum minkaðu við 15 milliónum krónum í mun til annan ársfjórðing.
Úrslitið fyri skatt var 42 milliónir krónur, sum er 30 milliónir betri enn fyri 2. ársfjórðing.
BankNordik hevur tí valt at broyta væntanirnar til ársúrslitið fyri 2015 við at lækka tað frá 200-240 milliónir krónur til 200-220 milliónir krónur.










