Skattainntøkurnar hjá tí almenna vuksu aftur í 2012, men vøksturin var væl minni enn undanfarnu árini.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni
Tilsamanas var skattainntøkan í 2012 beint omanfyri seks milliardir krónur.
Tað vóru 141 milliónir meira enn í 2011 og svarar til ein vøkstur upp á 2,4 prosent.
Undanfarnu tvey árini var vøksturin 4 prosent.
Størsti vøksturin í skattainntøkuni vóru tey sosialu gjøldini, altso ALS, gjald til samhaldsfasta og gjøld til barsilsgrunnin og Heilsutrygd.
Í 2012 rindaðu føroyingar 657 milliónir í sosialu grunnarnar, og tað er ein vøkstur á 8,1 prosent.
Ein orsøk var, at gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina hækkaði í 2012.
Avgjøld á vørur og tænastur vuksu 69 milliónir og vóru 1.852 milliónir í 2012.
Hetta var 3,9 prosent meira enn í 2011, men inntøkurnar frá avgjøldum vóru lægri enn metárini 2007 og 2008.
Størsti skattabólkur er inntøkuskatturin, sum í 2012 var 3,5 milliardir krónur og tað eru 22 milliónir, ella 0,6 prosent hægri enn í 2011.
Annars vísir Hagstovan á, at skattatrýstið er vaksið eitt vet, tí í fjør var skattatrýstið 44,8 prosent og tað er 0,2 prosentstig meira enn í 2011.
- Tað vóru hægri inngjøld til sosialar tryggingarskipanir og avgjøld, sum vóru orsøkin til at skattatrýstið vaks.
- Síðan 1998, tá ið uppgerðin byrjar, hevur skattatrýstið sveiggjað um tey 45 prosentini.
- Tey einstøku árini, tá skattatrýstið er longst frá teimum 45%, er tað av serligum umstøðum so sum fíggjarkreppu ella sera nógv virksemi.
- Tá ið ræður um skattatrýst, víkir 2012 sostatt ikki frá undanfarnu árum, sigur Hagstovan.
|










