Higartil í ár hava lønargjaldingarnar í Føroyum verið 7,4 prosent hægri enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og her er talan um lønargjaldingarnar fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør
Hagstovan sigur, at rákið er framvegis tað, at lønargjaldingar hækka, men eins og giongdin hevur verið seinastu mánaðirnar, er vøksturin minkandi.
Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingarnar 2.625 milliónir krónur fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár. Í sama tíðarskeiði í fjør vóru tær 2.443 milliónir krónur. Í ár eru tær sostatt 182 milliónir krónur, ella 7,4 prosent, hægri.
Hagstovan sigur, at verður hugt neyvari eftir lønargjaldingum í ymsum høvuðsvinnubólkun, stavar vøksturin frá øllum vinnubólkum, tó er vøksturin framvegis størstur í tilfeingisvinnunum. Her er ikki talan um árstíðarjavnað tøl.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at tað ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Tá ið rákið, ella trendurin, sum Hagstovan kallar tað, er gjørt upp, er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst langtíðargongdin í lønunum.