Inntøkan hjá fiskimonnum hækkað 152 milliónir

Inntøkan hjá fiskomonnum gjørdi eitt rættiligt skarvslop fjør

Fiskimenn høvdu eitt rættiliga gott ár í fjør.

Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at tilsamans vóru hýrurnar hjá fiskiomonnum 945 milliónir krónur í fjør, og tað eru 152 milliónir fleiri enn tær vóru í 2014.

 

Sostatt er vøksturin heili 19,2 prosent.

 

Í fjør vóru hýrurnar umleið tær tær somu sum tær vóru tey góðu árini 2006 og 2007 men tær eru framvegis nakað lægri enn tær vóru metárið 2002.