Inntøkuvøksturin minni enn væntað

Inntøkurnar hjá landskassanum verða ikki so stórar í ár, sum fíggjarmálaráðið roknaði við, tá uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram í síðsta mánaði Fíggjarnevndin, sum í løtuni viðger uppskotið til fíggjarlóg fyri í ár, fekk í gjár nýggju inntøkumetingar frá Fíggjarmálaráðnum. Sambært teimum verða inntøkurnar 25 milliónir krónur minni enn upprunaliga mett, sigur Kringvarpið.

-Orsøkin til, at inntøkan verður minni enn mett, er millum annað hon, at virksemið í landinum minkar nakað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Hann sigur við Kringvarpið, at inntøkurnar veksa, men at tær veksa ikki so nógv sum áður mett. Ein onnur orsøk er, at skattalættin fellur ikki burtur í ár, men frá 1. januar næsta ár.

Kelda: Kringvarpið