Óli Jacobsen
-------
Sum fiskimenn hava varnast er minstalønin hjá teimum lækkað við kr. 200 pr. dag. Hetta er gjørt við góðtøku av teirra egna felag.
Tað var um 1950, at fiskimenn fingu minstulønarskipan. Fyrstu tíðina varð hon grundað á inntøkuna fyri eitt heilt ár. Tað eydnaðist so við og við at fáa bøtt um skipanina. Minstalønin kom seinni at verða roknað fyri hvønn einstakan túr, og var hetta eitt stórt framstig.
Fekk tryggjað fiskimonnum fulla dagløn í minstuløn
Tá ið eg gjørdist FF-formaður í 1971 var skipanin tann, at minstalønin var ein upphædd , sett við løgtingslóg. Hon svaraði pr. dag til umleið til 2/3 av eini vanligari dagløn á landi fyri 8 tímar. Umframt vóru ymisk prísískoyti pr. kg. fisk, sum vórðu løgd omaná minstulønina, sum tískil í summum førum gjørdust nakað hægri.
Í 1980-unm fekk FF tað hugskot at fáa lagt henda kg-studning um til sokallaðan dagstudning. Hetta kom at merkja, at fiskimenn fyri hvønn dag á einum túri fingu tryggjað eina fulla arbeiðaradagløn á landi, í dag kr. 900 + frítíðarløn.
Hetta var eitt sera stórt framstig hjá fiskimonnum, og merkti hetta ein reel hækking í minstulønini uppá upp til 50%. Hetta var kortini ikki nakað, sum kom av sær sjálvum. Tað lá nógv arbeiði aftanfyri, bæði við útrokningum og við at sannføra restina av “skipanini” at taka undir við hesum.
Hetta var eisini sera framskygt, tí tað var skjótt, at tíðin var farin frá vanligum kg-studningum.
Sjálvt Nyrup Rasmussen mátti bakka fyri fiskimannafelagnum
Men tað var skjótt, at ein “akademisk klika” á landi fekk ilt í reyvini av hesi skipan, sum hon helt gav fiskimonnum alt ov nógv. Hetta gav at býta undir bankakreppuni í 90-unum, tá ið tað gjørdist ein partur av avtalunum millum donsku stjórnina og føroyskar myndugleikar at fara aftur til, at inntøkutrygdin skuldi roknast fyri longri tíðarskeið. Hetta vildi fullkomiliga oyðileggja inntøkutrygdina, sum hon var.
Men FF fór í herna móti hesi ætlan, eisini ímóti donsku stjórnini, serliga forsætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen, sum í fyrstuni helt fast um, at henda avtalan um inntøkutrygdina skuldi haldast. Her vórðu gjørd nógv krummspring av ymiskum myndugleikum, men vit loftaðu teimum øllum.
Men fyri at gera eina langa søgu stutta, endaði hetta við, at sjálvt Nyrup Rasmussen bakkaði fyri FF. Tað sama gjørdu føroysku myndugleikarnir eisini. Tískil kom inntøkutrygdin við onkrari tillaging at halda áfram sum hon var. Hetta var ein stórsigur fyri FF, sum við dugnaskapi, snildi, eisini við at seta hart móti hørðum til rætta tíð og eitt sindur av hepni kundi vinna á øllum teimum kreftum, sum tá vóru fyri at taka hesi rættindi frá fiskimonnum. Hetta var enntá í eini kreppu, sum var munandi verri enn tann nú verandi. Hetta var eitt bragd, sum fiskimenn saktans kundu verið ernir av.
Tað er nakað tað sama søga galdandi fyri skattaskipanina hjá fiskimonnum, bæði við at fáa hana í lag og at verja hana. Hesar báðar skipanir hava tryggjað fiskimonnum, at teirra viðurskifti eru so fræg, sum tey eru.
Tað er neyvan ivi um, at inntøkutrygdin, sum hon gjørdist, fyri ein stóran part bjargaði fiskimonnum og flotanum í kreppuni í 90-unum. Serliga var hetta galdandi fyri línubátaflotan, har inntøkurnar ofta hava verið lágar. Hetta er ikki minni galdandi fyri hesa seinasta kreppuna.
Nú er alt slept av egnum felag
Tað er ein sera stórur munur á at kunna tryggja fiskimonnum eina vanliga dagløn á landi fyri hvønn dag á túrinum og ikki at kunna gera tað, sum støðan er blivin nú.
Nú er tað enntá eydnast politisku skipanin við góðkenning av FF at sleppa sær púra av við inntøkutrygdina. Hon er løgd til vinnuna at gjalda og umsita við einum trygdargrunni, har manningarfeløgini og reiðarafeløgini manna nevndina.
Tað er alment váttað av formanninum í nevndini, at henda nevndin einmælt, t.v.s. eisini umboðið fyri fiskimenn, hevur samtykt at lækka inntøkutrygdina við heilum kr. 200 um dagin, úr kr. 900 í kr. 700. Hetta er kr. 6.000 um mánaðin umframt frítíðarløn! Hetta kemur sjálvandi at raka teir lægst løntu fiskimenninar.
Umframt hetta er skipanin sum so oyðiløgd. Meðan hon fylgdi lønargongdini, er nú sett eitt tilvildarligt tal, sum “ráðini” eru til.
Henda semjan í nevndini merkir samstundis, at reiðarafelagið við hesi samtykt reelt er leyst av ásetingini í sáttmálanum, at hann er treytaður av óbroyttari inntøkutrygd.
Afturat hesum kemur, at nú tað er semja í nevndini um at skerja inntøkutrygdina, krevur tað í veruleikanum eisini semju at hækka hana aftur.
Tað er harmiligt fyri fiskimenn, at ein skipan, sum tað hevur verið so nógv stríð at byggja upp, á hendan hátt skal verða oyðiløgd, enntá við samtykki av fiskimannafelagnum sjálvum.
Eitt er at berjast manniliga fyri eini sak, og so at koma í minniluta. Men tað er so ikki gjørt her. Tað kann staðfestast, at fiskimannafelagið fyrst hevur lagt navn til, og harvið góðkent nýggju skipanina við minstuløn. Síðan hevur felagið við sínum formanni atkvøtt fyri hesi lækking av minstulønini, hóast hann eins væl kundi atkvøtt ímóti.
Tað ber sjálvsagt ikki til tveir mánaðar seinni geva øðrum skuldina fyri ta verri støðu, fiskimenn eru komnir í. Tann sum atkvøður fyri ein avgerð hevur fulla ábyrgd av henni.
So stórur munur kann vera á, hvussu tað verður arbeitt! Tað sæst eisini á úrslitinum.