Inntøkurnar øktar við 25 prosentum

Vit tosa í telefon sum ongantíð fyrr, og tað sæst aftur á roknskapinum hjá Føroya Tele, sum fyrra hálvár 1999 hevði eitt avlop upp á 10,8 mió. krónur aftan á at sett var av til skatt og konsessiónsgjald

Ikki kann sigast annað enn at Føroya Tele hevur fingið eina sera góða byrjan.

Roknskapurin fyri fyrra hálvár 1999 vísti eitt avlop upp á knappar 11 mió. krónur aftaná at góðar 6 mió. krónur vórðu settar av til konsessiónsgjald og til skatt.

Sammett við árið fyri er hetta ein rættiliga stór framgongd, tí úrslitið fyrstu seks mánaðirnar í ár er heili 16 prosent betri enn úrslitið fyri sama tíðarskeið í fjør.

Tað, sum mest av øllum er vert at leggja sær í geyma er, at inntøkurnar hjá Føroya Tele eru vaksnar við heili 25 prosentum.

Fyrra hálvár í fjør hevði Føroya Tele umleið 85 mió. krónur, men í ár er hetta talið økt við ikki minni enn 21 mió. krónum.

Hetta er ein rættiliga ógvuslig hækking, sum gevur greiðar ábendingar um, at føroyingar brúka telefonina rættiliga nógv.

Sambært tíðindasrkivi frá Føroya Tele, so skal orsøkin til hækkingina finnast á fýra konti - fartelefoni, internet, fastnetstelefoni og vørusølu.

Tað er vert at bíta merki í, at tað er innan fartelefoni, at stóri vøksturin m. a. er.

Tað er minni enn eitt ár síðani at vit fingu GSM fartelefonskipanina setta til her á landi, og sambært upplýsingum frá Føroya Tele, so verða einir 20 nýggir brúkarar settir til hesa skipan hvønn dag.

Kostnaðurin fyri hesa skipan var, eisini sambært upplýsingum frá Føroya Tele, væl minni enn upprunaliga vænta, men hóat tað, so er eindarprísurin fyri nýtslu av GSM fartelefon væl hægri í Føroyum enn hann er í okkara grannalondum.

Tí er tað kanska ikki so løgið, at inntøkurnar hjá Føroya Tele hækka.


Internetið veksur enn

Eitt annað øki, sum bæði gevur Føroya Tele gleðir og sorgir er internetið.

Síðani føroyingar av fyrstan tíð vóru knýttir upp í hetta heimsumfatandi net eru alsamt fleiri brúkarar lagstir afturat.

Tað er tí heldur ikki uttan trupulleikar, og einu tíðina gekk heilt av skriðuni, tí Føroya Tele hevði mett skeivt tá mett varð um vøksturin í tali av brúkarum av internettænastu felagsins.

Hetta royndu teir at bøta uppá, og tað skal sigast til teirra verju, at sambandið við internetið og »nýtslufriðurin« - um vit kunnu kalla tað so, tá vit sleppa at brúka netið uttan at verða tveittur av - er eisini vorðin nógv betri.

Sambært hálvársroknskapinum fyri fyrra hálvár í ár er økist talið av internetbrúkarum alsamt, tí tað er eisini har Føroya Tele hevur skrásett ein vøkstur.

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá leiðsluni á Føroya Tele, men av tí at teir vóru upptiknir á fundi bar tað ikki til. Vit rokna við at fáa fatur á teimum til blaðið í morgin.