Á býráðsfundi týskvøldið viðgjørdi býráðið fíggjarligu støðuna hjá Vágs kommunu. Fyrstu 6 mðr. 2008 er inntøkan minkað við umleið 6 % í mun til fíggjarætlanina 2008. Hetta er umleið 1 mill kr.
Orsøkin til hesa minking, er helst støðan í fiskivinnuni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri. Ringvirkningar merkjast einamest í útjaðaranum, bæði hjá øðrum fyritøkum og somuleiðis við minni skattainntøku.
Tá kommunan er bundin av málsøkjum, sum eru áløgd, lógarfest ella av samstarvsavtalum, eru tað einamest íløgur minkingin gongur útyvir.
Á fundinum varð álagt nevndunum at tálma nýtsluna, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.










