Inntøkurnar hjá landskassanum eru nú farnar at minka Tað kemur ikki so nógv í landskassan nú sum í fjør. Í juni mánaði komu knappar 116 milliónir krónur inn í landsskatti, og tað var stívar 10 milliónir minni enn í juni í 2007.
Avgjøldini vóru góðar 150 milliónir, sum er 12 minni enn í juni í fjør.
Avgjøldini fylla kortini meira í landskassanum í ár enn í fjør, 914 milliónir krónur fyrra hálvár í ár ímóti 886 milliónum krónum í fjør.
Her skal tó havast í huga, at 2007 var eitt óvanliga gott inntøkuár hjá landskassanum.
Kelda: Kringvarpið