- Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2017 var eitt avlop á 0,7 mió. kr.
Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni, aftaná at býráðið í gjárkvøldið samtykti roknskapin fyri 2017.
Rakstrarúrslitið kundi tó verið munandi øðrvísi, um ikki inntøkurnar vóru væl størri í 2017 enn býráðið hevði væntað. Farna ár vóru inntøkurnar hjá kommununi nevniliga 6 milliónir krónur enn tað, ið varð mett, tá fíggjarætlanin fyri 2017 varð løgd.
- Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2017 vóru 63,9 mió. kr., sum er á vet hægri enn í 2016, tá inntøkurnar vóru 63,0 mió. kr. Í uppruna fíggjarætlanini fyri 2017 var annars mett, at Vágs kommunu fóru at hava inntøkur á smáar 58 mió. kr., og er tað at fegnast um, at inntøkurnar vóru umleið 6 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini, skrivar kommunan.
Farna ár gjørdi kommunan íløgur fyri í alt 7,9 milliónir krónur. Talan var um íløgur í millum annað ítróttarøkinum á Eiðinum, dagstovnaøkinum, umvæling av Heilsumiðstøðini og nýggj hølir til Musikkskúlan.
- Í 2017 vórðu eisini gjørdar asfalteringar kring um í kommununi, dagføringar á havnarlagnum og av gøtuljósunum. Harumframt vórðu eisini gjørdar nýíløgur í bæði vatnveitingina og á spillvatnsøkinum, skrivar kommunan.
Upplýst verður eisini, at vanligi raksturin av kommununi kostaði umleið 51,5 milliónir krónur, ið er 1,5 prosent ella 800.000 krónur lægri enn í 2016.
Ein av stóru útreiðslunum hjá kommununi er raksturin av Bú- og Heimatænastuni í Suðuroynni, ið er heitið á samstarvinum hjá kommununum á oynni um eldraøkið. Í 2017 vóru útreiðslurnar hjá kommununi á eldraøkinum 14,9 milliónir krónur.
Við árslok var nettoskuldin hjá kommununi 33,8 milliónir krónur, aftaná at man í 2017 rindaði 2,4 milliónir krónur til afturgjald av lánum. Sostatt er álíkningin hjá kommununi nú 0,73.









