Skulu inntøkurnar av skatti brúkast sum barometur fyri, hvussu tað gongst í landinum, má staðfestast, at tað gongur bara heilt væl.
Higartil í ár hava inntøkurnar av skatti nevniliga verið væl hægri enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.
Ein uppgerð hjá Taks vísir, at frá januar til august í ár, fekk landskassin stívliga 1,1 milliard inn í skatti og tað eru slakar 98,8 milliónir, ella 9,85 prosent meiri enn inntøkan var í sama tíðarskeiði í fjør.
Sama støðan er hjá kommununum, tí tær hava fingið góðar 1,3 milliardir inn í skatti higartil í ár og tað eru góðar 97 milliónir, ella 7,99 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Av teimum 29 kommununum í landinum, er tað bara ein kommuna, sum hevur fingið minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti í fjør.
Tað er ein av minstu kommunum í landinum, Fámjins kommuna, sum hevur 1,6 milliónir inn í skatti higartil í ár. Tað eru 90.000 krónur, ella 5,33 prosent minni enn í fjør.











