Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, er nú komin við sínari kunning til borgararnar í kommununi um roknskapin fyri 2011.
- Roknskapurin vísir, at a-skattainntøkan, sum varð mett til 31,4 miljónir krónur, varð við ársenda 2011 32,9 miljónir - ella stívliga hálva aðru miljón meiri, enn roknað varð við.
Borgarstjórin leggur aftrat, at partafelagsskatturin, sum varð mettur til eina miljón, gjørdist 1,4 miljónir krónur, tá avtornaði.
- Samlað hevði kommunan eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2011 á 2,2 miljónir krónur.
Símin Johannesen sigur, at orsøkin til hesa meirinntøku er, at skattainntøkan kvinkaði nakað uppefftir, tí samlaða virksemi í kommununi - bæði á sjógvi og landi - var nakað betri í 2011 enn í 2010.
- Vit vóna, at vøksturin í inntøkunum fer at halda fram, at arbeiði verður til allar hendur í ár - til trivnað fyri okkum øll í kommununi, sigur borgarstjórin í Nes kommunu í sínari kunning til borgararnar.









