Inntøkubýtið tað sama

Inntøkubýtið í Føroyum er meira ella minni óbroytt frá 2017 til 2018.

Tað sigur Hagstovan í dag og ger greitt, at bæði ginitalið og fimtingslutfallið fyri 2018 er á leið tað sama sum árið fyri.

– Ginitalið og fimtingslutfallið eru tvey av mátum, sum kunnu lýsa, hvussu javnt ella ójavnt inntøkurnar eru býttar í einum landi, sigur Hagstovan.

Gini-vísitalið framvegis 22,7

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.

– Ginitalið vísir 22,7 fyri 2018, sum er tað sama sum árið fyri. Til samanberingar var gini-talið í Danmark 27,8, í Íslandi 23,4, í Noregi 24,8, í Svøríki 27,0 og í Finnlandi 25,9 hetta árið, sigur Hagstovan.

##med3##

Fimtingslutfallið enn 3,1

Her verða borgararnir býttir í 5 eins stórar partar eftir javnvirðisinntøku. Síðani verður roknað, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.

##med4##

Í 2018 var ríkasti fimtiparturin í Føroyum 3,1 ferðir ríkari enn fátækasti fimtiparturin. Sum grafurin og talvan niðanfyri vísa, hevur hetta mát verið støðugt seinastu árini. Í 2009 var ríkasti fimtiparturin 2,7 ríkari ferðir enn fátækasti fimtiparturin.

##med2##