Inntøkan lækkar tvær milliónir í Vági

? Vágs Kommuna hevur repað seglini og næsta ár verður bara tað gjørt, sum ikki slepst undan at gera

Fíggjarætlan

Vágur: Í Vági er ógvuliga illa statt við arbeiði og tað fer at síggjast aftur í kommunala virkseminum.
Býráðið er í ferð við at viðgera fíggjarætlanina fyri komandi ár. Hon skal viðgerast einaferð afturat, men tað er í øllum førum greitt, at virksemi hjá kommununi fer at vera munandi skert komandi ár.
Ein meting vísir, at skattainntøkan hjá kommununi fer at fella heilar tvær milliónir komandi ár afturímóti í ár.
Í ár verður inntøkan hjá kommununi 34 milliónir, men næsta ár verður hon 32 milliónir, vísa metingarnar.
Tað er sjálvandi vinnuloysið í Vági, sum ger seg galdandi.
Men Býráðið ætlar ikki at hækka skattin. Sostatt er semja um, at skattaprosentið skal framhaldandi vera 22,5% næsta ár og barnafrádrátturin skal eisini verða óbroyttur, tvs 2500 krónur um árið fyri hvørt barnið.
Men hetta ber so samstundis í sær, at kommunan má rættiliga repað seglini.
Næsta ár verða sostatt ongar útbyggingingar yvirhøvur í Vàgi uttan tað, sum ikki slepst undan.
Tvs, at býráðið ætlar at seta eitt lítið sindur av til av til gøtuljós og kloakkir, skuldi onkur bygt í Vági. Annars er eisini ætlanin at seta 100.000 settar av til at gera kirkjugarðin lidnan fyri.
Annars verður bara roynt at hava kommununa gangandi við tí rakstri, sum er.